Mentan

Fjepparar eru vónbrotnir og vilja hava pengarnar aftur

Sea Shepherd-aktivistar hava lagt trýst a spælistøðini, har Týr skuldi spæla, og í trimum førum varð bólkurin tikin av plakatini

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-16 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir

Føroyski bólkurin Týr er í løtuni á konsertferð í Evropa saman við bólkunum Heidevolk og Dalriada.

Á skránni vóru 22 konsertir, men á trimum konsertum slapp Týr kortini ikki at framføra. Orsøkin er, at spælistøðini, eftir trýst frá aktivistum hjá Sea Shepherd, noktaðu Týr at framføra.

Seinast hetta hendi var í týska býnum Hannover fríggjakvøldið. Har fór Týr kortini á pallin og spældi í hálvan annan minutt, áðrenn teir vístu troyggjur við tekstinum "Týr censored".

- So skjótt sum vit lýsa við konsertferð finna fólk hjá Sea Shepherd fram til heimasíður og teldupostadressur hjá fyriskiparunum og senda kanska fleiri hundrað teldupostar, har tey biðja tey um ikki at lata okkum spæla, so tað kom ikki heilt óvart á okkum, sigur Heri Joensen, sangari og gittaristur í Týr við Kringvarpið.

- Fólk eru øgiliga vónbrotin, og tey flestu vilja hava pengarnar aftur fyri atgongumerkini, og tað fáa tey eisini, sigur Heri Joensen.

At Týr í trimum førum var tikin av plakatini hevur eisini havt fíggjarligar avleingingar fyri bólkin. Men annars hevur móttøkan verið øgiliga góð til hinar konsertirnar, og summir fjepparar ferðast langt fyri at lurta eftir bólkinum.

Í løtuni er Týr í Fraklandi, har bólkurin skal spæla í býnum Colmar í kvøld.

placeholder
placeholder