Uttanlands

Fjepparar hjá Michael Jackson stevna Neverland-dreingir fyri eina evru

Í dokumentarinum "Leaving Neverland" greiddu Wade Robson og James Safechuck frá, hvussu Michael Jackson hevði misnýtt teir, tá teir vóru børn

Michael Jackson (Savnsmynd)

Michael Jackson (Savnsmynd)

2019-07-14 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dokumentarsendingini, "Leaving Neverland", greiða 37 ára gamli Wade Robson og 41 ára gamli James Safechuck frá, hvussu teir vórðu misnýttir av Michael Jackson, tá teir vóru børn.

Málið um umstrídda dokumentarin er nú tikið upp í Orleans í Fraklandi. Har er tað nevniliga ikki loyvt at koma við "kriminellum ákærum móti deyðum fólkum".

Og hetta er júst tað, ein rúgva av eldhugaðum fjepparum halda, at Wade Robson og James Safechuck gjørdu, tá teir stóðu fram alment í dokumentarinum og søgdu, at Michael Jackson hevði misnýtt teir kynsliga, tá teir vóru millum 7 og 14 ára gamlir.

Tilsamans tríggir bólkar av Michael Jackson fjepparum hava meldað teir fyri at "dálka minnið" um Michael Jackson.

Ein fjeppari sigur, sambært TV2, at hon ikki heldur tað vera møguligt, at Michael Jackson kann hava misnýtt teir, og heldur hon, at teir bert ákærdu hann, fyri at skapa øsing og fyri at vinna sær pengar.

Fjepparabólkarnir stevna teir báðar Wade Robson og James Safechuck fyri eina evru.

Sakførarin hjá teimum sigur, at tað fyri tey ikki snýr seg um pengar, tí hetta er eitt hjartamál hjá teimum. Eisini sigur hann, at rættarmálið í Fraklandi fær fullan stuðul frá familjuni hjá Michael Jackson, sum áður eru komin vit atfinningum um "Leaving Neverland", sum tey m.a. siga vera ein "almenn avrætting" av honum.

Familjan hjá Michael Jackson hava m.a. víst á, at Wade Robson og James Safechuck í 2005 tosaðu fyri hansara sak, tá hann varð ákærdur fyri kynsliga misnýtslu av børnum. Tá fann rætturin hann ósekan.

Í "Leaving Neverland" greiða Wade Robson og James Safechuck tó frá, at Michael Jackson skuldi havt misnýtt teir í fleiri ár.

Hvørgin teirra ynskir at gera viðmerkingar til nýggja málið í Orleans, upplýsir sakførarin hjá teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder