Innanlands

Fjølbroytt frítíðartilboð til øll

Sunda kommuna hevur sett sær fyri at halda fram við góðu gongdini innan trivnaðarøkið. Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru tvær og ein hálv millión settar av til venjingarmiðstøð við Margáir, og ungdómshús letur upp í nýggjum hølum

Burn fer at skipa og reka virksemið í nýtíðmans venjingarmiðstøðini við Margáir. Arbeiðið at innrætta er boðið út, og miðja verður eftir at venjingarmiðstøðin letur upp móti sumri í 2022

Burn fer at skipa og reka virksemið í nýtíðmans venjingarmiðstøðini við Margáir. Arbeiðið at innrætta er boðið út, og miðja verður eftir at venjingarmiðstøðin letur upp móti sumri í 2022

2021-12-18 16:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum kommuna, vilja vit ganga undan og birta undir eitt gott felagslív og hugin at vera virkin alt lívið. Býráðið hevur tískil samtykt at hækka játtanina til fleiri av trivnaðarøkjunum.

Ítróttahús - víðkað tilboð

Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru millum annað 2,5 mió. kr. settar av til at gera venjingarmiðstøð við Margáir. Venjingarmiðstøðin verður í niðaru hæddini av ítróttahúsinum við Margáir.

Fyrr í heyst bjóðaði kommunan raksturin av venjingarmiðstøðini út, og tá bleiv avtala gjørd við Burn, sum fer at skipa og reka virksemið. Arbeiðið at innrætta hølini til eina nýtíðmans venjingarmiðstøð er boðið út, og miðja verður eftir at venjingarmiðstøðin letur upp móti sumri í 2022.

Í ovaru hædd í ítróttahúsinum við Margáir er fótbóltsvenjingarhøll, dart, borðtennis og eisini eitt skipað frítíðartilboð til ung, trý kvøld um vikuna.

Komandi ár verður virksemi við Margáir sostatt víðkað enn meira, við frítíðartilboðum til bæði yngri og eldri.

Ungdómshús við nýggjari staðseting

Eftir jólaferiuna letur eisini ungdómshúsið, ið fyrr helt til í Garnhúsinum á Oyri, upp í nýggjum hølum í niðaru lon í Skúlanum við Streymin (fyrrv. Norðskála/Oyrar skúli). Her fer ungdómshúsið at húsast í nýumvældum hølum, saman við e-nám og tónlistaskúlanum Norðljómi. Tá alt hetta er komi upp at koyra, hevur ungdómurin í kommununi aftur eitt fjølbroytt tilboð og okkurt at fara til, øll gerðandiskvøld í vikuni.

Býráðið hevur eisini samtykt at hækka játtanina til frítíðarundirvísingina, ið er eitt kveikjandi kvøldskúlatilboð til borgarar í øllum aldri. Fyrr í ár varð nýggjur leiðari settur av frítíðarundirvísingini og hevur skráin fyri veturin 2021/2022 verið meira umfatandi og fjølbroyttari enn undanfarin ár. Áhugin fyri at luttaka á skeiðunum hevur samstundis eisini verið methøgur.

Harafturat fegnast kommunan, um at tey í økinum hava eitt fjøltáttað ítróttartilboð og eitt vælvirkandi dagtilhald, har eldru borgarnir, frá 60 ára aldri og upp eftir, hittast til ítriv, prát og tiltøk av ymsum slag.

Landafrøðiliga er Sunda kommuna ein av størstu kommunum í landinum og fevnir um 11 bygdir. Við kommunalu bussleiðini, ið samanbindir økið, er tó lætt hjá borgarunum at ferðast millum bygdirnar til ymsu frítíðartilboðini. Hendan tænastan er ókeypis.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder