Mentan

Fjølrit fingið nýggja stjórn

Felagið hjá rættindaeigarum endurreist eftir at upphavsrættarlógin kom á føroyskar hendur

Frá vinstru Høgni Reistrup, formaður, Helle Thede Johansen, næstforkvinna, Heidi Durhuus, umsitari, og Niels Jákup Thomsen, stjórnarlimur

Frá vinstru Høgni Reistrup, formaður, Helle Thede Johansen, næstforkvinna, Heidi Durhuus, umsitari, og Niels Jákup Thomsen, stjórnarlimur

2020-02-21 15:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið hjá rættindaeigarum hevur havt aðalfund. Við á fundinum var umboðsráðið, stjórnin, umsitarin og fýra limir frá limafeløgunum.

Fjølrit er felagsskapur, sum umsitur og býtir út viðurløg fyri at brúka upphavsrættarliga vard verk vegna rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk, yrkismyndafólk, miðlafólk og bókaforløg.

Felagsskapurin varð endurreistur herfyri, eftir at upphavsrættarlógin kom á føroyskar hendur.

Fjølrit hevur m.a. gjørt avtalur við Mentamálaráðið, kommunur, KvF og Barnabata um gjøld fyri at nýta vard verk.

Alti K Petersen (Føroysk tónaskøld) og Jonhard Mikkelsen (Føroysk Bókaforløg) stillaðu ikki uppaftur til stjórnina. Høgni Reistrup (Føroysk tónaskøld) og Niels Jákup Thomsen (Føroysk bókaforløg) stillaðu upp, og umboðsráðið valdi einmælt teir báðar í stjórnina. Helle Thede Johansen (Rithøvundafelag Føroya) stillaði uppaftur og bleiv afturvald.

Beint eftir aðalfundin skipaði stjórnin seg soleiðis. Formaður: Høgni Reistrup, næstforkvinna: Helle Thede Johansen og stjórnarlimur: Niels Jákup Thomsen.

Umboðsráðið takkaði Atla og Jonhardi fyri langt og gott avrik sum stjórnarlimir, og teir fingu eina gávu.

Til umboðsráðsvalið stillaði Ole Wich (Føroysk myndlistafólk) uppaftur sum fomaður og bleiv valdur. Eisini Kim Simonsen (Rithøvundafelag Føroya) stillaði uppaftur sum næstfomaður og bleiv valdur. Uni Arge (Føroysk miðlafólk) bleiv afturvaldur sum varalimur, og Steintór Rasmussen (Rithøvundafelag Føroya) bleiv valdur inn sum nýggjur varalimur.

Stjórnin hevur fyrsta stjórnarfundin týsdagin 3. mars.

Hevur tú eina fagursøgu, yrking, mynd, ein yrkistekst ella sangtekst ella eitt sanglag, sum er givið út, so ert tú rættindahavi. Tú ert somuleiðis rættindahavi, tá ið tú hevur víst t.d málning, mynd ella líknandi alment fram. Er verkið hjá tær brúkt alment, kanst tú skráseta teg hjá Fjølrit

Hetta er eisini galdandi, tá ið tú hevur arvað rættindi.

 

placeholder
placeholder