
Føroya bestu vørumerki vóru avdúkað á einum stórum heiðurstiltaki Við Tjarnir seinnapartin fríggjadagin. Fimtan føroyskar fyritøkur vóru tilnevndar millum fleiri enn 650 vørumerki, ið eru skotin upp av eini fakligari dómsnevnd og føroyska almenninginum.
Vinnarar vóru funnir í trimum bólkum:
Í bólkinum Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum gjjørdist vinnarin Fjord.
Í bólkinum Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum gjørdist vinnarin Smyril Line.
Í bólkinum Fyritøkumarknaður gjørdist vinnarin Bakkafrost.
Tað er brandr Føroyar ið skipar fyri tiltakinum, ið eftir ætlan verður hildið á hvørjum ári. Umframt at heiðrað tey bestu føroysku vørumerkini er endamálið, at skapa tilvitan um týdningin av branding og geva føroyskum fyritøkum betri grundarlag at styrkja síni vørumerki og harvið sítt kappingarføri, atdráttarmergi sum arbeiðspláss og í síðsta enda sítt marknaðarvirði.
Tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið setti tiltakið og á skránni vóru útlendskir og føroyskir fyrilestrar og kjak um branding og starvsfólkabranding.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald