Í dag kemur fjórða og seinasta staklagið “Call me a dreamer” av komandi heildarútgávuni hjá Beini út. “Call me a dreamer” er meiri stórsligið enn fyrru stakløgini, og snýr seg um at fara heimanífrá og leypa út í tað ókenda fyri at fylgja dreyminum.
Í gjár og aftur í dag spælir Beinir tríggjar ferðir á lítlari konsertferð inni á tónleikafestivalinum Smukfest í Skanderborg eftir sama leisti sum hansara væleydnaða “Unknown Location Tour”.
Tey bæði fyrstu stakløgini “Greener” og “Romeo” hava verið nógv spæld í donskum útvarpi, og tað triðja “When I open my eyes”, sum er ein duet við donsku songkvinnuni Dopha, hevur eisini fingið góða móttøku.
Í heyst fara Beinir og bólkur hansara á konsertferð, og fyribils eru 4 konsertir kunngjørdar – í Løkshøll 23. novembur og Aalborg, Aarhus og Keypmannahavn eina viku seinni.
Tað er danska plátufelagið The Bank Records, sum gevur “Call me a dreamer” út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald