Innanlands

Fjórðu ferð eydnaðist: Bretar á val 12. desember

Undirhúsið atkvøddi fyri nývali at vera í desember. Nú skal Yvirhúsið endaliga góðkenna uppskotið

Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2019-10-29 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretar skulu á val 12. desember. Tað samtykti Undirhúsið í bretska tinginum í kvøld. 438 vóru fyri 20 ímóti.

Hetta var fórðu ferð at atkvøtt var fyri uppskoti frá forsætisráðharranum Boris Johnson um nýval.

Enn er val tó ikki útskrivað, tí Yvirhúsið í bretska tinginum skal góðkenna uppskotið um val tann 12. desember. Hetta verður seinni í vikuni.

Tað verður ikki væntað, at Yvirhúsið vrakar uppskotið, og tí verður valdysturin skotin í gongd um eina viku ella so, skriva altjóða miðlar.

Mánadagin var freistin fyri Brexit longd soleiðis, at bretar fara úr ES tann 31. januar í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder