2024-03-17 08:30
Í gjárkvøldið fór aftur at goysa á Reykjaneshálvoynni. Hetta er fjórðu ferð síðan desember, at tað goysir nærhendis Grindavík.
Hetta hevur verið væntað seinastu vikurnar, og í gjárkvøldið klokkan 20:23 hendi tað so - tveir kilometrar í ein landnyrðing úr Grindavík.
Sambært jarðfrøðingum er talan um tað kraftmiklasta eldgosið síðani 2021.
Sambært myndugleikunum fer grótbræðingin í fleiri ættir, og arbeitt verður við at tryggja hitarør, vandleiðingar og fipurkáplar, sum eru í vanda orsakað av grótbræðingini.
Veðurstova Íslands skrivar í morgun, at nógv gosvirksemið var fram til midnátt, og síðani fall tað sum náttin gekk. Enn floymir nógv grótbræðing úr sprunguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald