Innanlands

Fjøruvegurin kann snýta

Nýggi, góði og breiði vegurin kann lumpa, men tað er bara loyvt at koyra 50 km/t. Bilførarar fingu klipp, koyriforboð og mistu koyrikortið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-26 09:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ov nógv ferð á hjá trimum bilførarum á Fjøruvegnum í Saltangará og á Glyvrum í nátt.

Vegurin er nýggjur og breiður, men tað er bara loyvt at koyra 50 km/t eftir vegnum.

Løgreglan tók ein bilførara fyri at koyra 81 km/t á vegastrekkinum. Tað gevur klipp í kortið.

Hinir báðir bilførararnar høvdu so mikið nógva ferð, at teir spældu sær av við koyrikortið. Tann eini koyrdi 99 km/t, og fekk koyriforboð. Hin koyrdi 110 km/t og hann fær treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Koyriforboð verður vanliga givið bilførarum, sum bróta ferðslulógina við ávísum kilometratali og sum hava havt koyrikortið í minni enn trý ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder