Innanlands

Fjósið Innan Glyvur takast niður

Økið har ið fjósið stendur, skal brúkast til vinnuøki, og Sjóvar kommuna hevur í hesum sambandi keypt umleið 40.000 fermetrar av lendi av festinum Innan Glyvur, herundir fjós og tilbygningar

2024-02-29 18:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjóvar kommuna: Fjósið Innan Glyvur verður í hesum døgum tikið niður. Sjóvar kommuna hevur aðrar ætlanir við økinum rundan um fjósið, og tí hevur kommunustýrið avgjørt at taka bygningarnar niður.

Fjósið varð bygt síðst í 70-unum av feðgunum Jógvani og Henry Frederiksberg. Jógvan festi Innan Glyvur, og tá ídnaðargerðin kollvelti vanliga mjólkahaldið í Føroyum í 70'unum, lat hann fjósið byggja í eini roynd at byggja upp eina mjólkaframleiðslu Innan Glyvur. Jógvan andaðist í 1981, og Henry tók festið eftir pápa sín, áðrenn hann segði tað frá sær nøkur ár seinni.

Niels Thomsen, Niels bóndi, tók við festinum í seinnu helvt av 80'unum, og hevði tað næstu trý áratíggjuni, áðrenn hann takkaði fyri seg, og núverandi festari, Jaspur M. Bjartalíð, tók við.

Mjólkaframleiðslan Innan Glyvur hevði sera gott orð á sær flestu árini framleitt varð, og er kent millum manna, at mjólkineytini Innan Glyvur vóru millum tey bestu í landinum.

Tíðinar broytast og miðsavningin av mjólkakvotunum hevur havt við sær, at ongin mjólkaframleiðsla hevur verið Innan Glyvur hesi seinastu nógvu árini, og fjósið hevur tí mest verið brúkt sum goymslubygningur.

Sum víst á omanfyri, er fjósið bygt seinast í 70'unum, og hevur sæð sínar bestu dagar. Útsynningurin, ið kann leika í Innan Glyvur, hevur mangan givið fjósinum ein skarpan gang, og nú er avgerð so tikin um, at taka fjósið og allar tilbygningarnar niður. R-Transport stendur fyri arbeiðnum at taka bygningarnar niður. Arbeiðið byrjaði spakuliga í seinastu viku og væntast at verða liðugt í næstu viku.

Í sambandi við dagføring av byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu, hevur verið mett, at økið fram við Urðarvegnum, har ið fjósið eisini stendur, skal brúkast til vinnuøki, og Sjóvar kommuna hevur í hesum sambandi keypt umleið 40.000 fermetrar av lendi av festinum Innan Glyvur, herundir fjós og tilbygningar.

Fyrireikingarnar til vinnuøkið eru komnar væl áleiðis, og vóna vit, at hetta fer at skapa nógv virksemi og vera við til at betra um livikor og vinnumøguleikar í Sjovar kommunu. Meir verður at frætta um hetta í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder