Innanlands

Fjúrtan nýggir ph.d.’arar í 2019

Yvirlit yvir tær 14 ph.d-verkætlanirnar, sum eru vardar í ár

2019-12-30 13:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava fjúrtan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2019. Fimm av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum.

10. januar vardi Guðrun Winther ph.d. ritgerð sína á Århus Universiteti. Ritgerðin kallast: ”Early Life Programming of Brain and Behaviour”.

22. januar vardi Bárður Eyjólfsson Ellendersen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universiteti. Ritgerðin kallast: “Genetic and neuronal control of behavioural organization and action selection in Drosophila”.

29. januar vardi Annika Jacobsen ph.d. ritgerð sína við Vrije Universiteit Amsterdam. Ritgerðin kallast: “Reasoning about cell dynamics using network models”.

18. februar vardi Lisa í Garði Patursson ph.d.-ritgerð sína við University of Surrey, Onglandi.  Yvirskipaða verkætlanin, sum er sett saman av trimum pørtum, kallast ”The Conceptualisation of Sexuality”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

28. februar vardi Marija Todorovic Markovic ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast: ''Infectious Diseases in the Faroe Islands – Clinical Characteristics and Pathogens (FAPI study)”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

9. mai vardi Anna Sofía Fjallheim ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: ”Opsporing af fødselsdepression på Færøerne - en mixed method validering af screeningsinstrumentet EPDS til systematisk opsporing af kvinder med fødselsdepression i et small-scale society.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum.

10. maj vardi Magni Laksáfoss ph.d.-ritgerð sína á Roskilde Universitet. Ritgerðin kallast: "Færøernes økonomi - En analyse af økonomiens dynamik, historie og kilder til velstand".

21. mai vardi Urd Grandorf Bak vinnuligu ph.d.-ritgerð sína á DTU. Ritgerðin kallast: “Seaweed cultivation in the Faroe Islands: An investigation of the biochemical composition of selected macroalgal species, optimised seeding technics, and open-ocean cultivation methods from a commercial perspective.”

21. juni vardi Runa Preeti Ísfeld ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: "Marriage Migrants to the Faroe Islands: An Analysis of the Life-World of Non-Western Women Married to the Faroe Islands". Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

10. august vardi Atli Ellendersen ph.d.-ritgerð sína á Universidade Federal do Paraná (UFPR), Curitiba, Paraná, Brasil. Ritgerðin kallast: "Imitare la voce humana: aspectos expressivos do violino no século XVI e início do século XVII".

2. oktober vardi Tórur Biskopstø Strøm ph.d.-ritgerð sína á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Ritgerðin kallast: "Real-Time Synchronization on Multi-Core Processors" og fevnir um fýra greinar. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

21. oktober vardi Pætur Mikal Holm ph.d.-ritgerð sína á SDU. Ritgerðin kallast: "Muscle function, physical function and strength training in patients with knee osteoarthritis".

8. november vardi Erling Isholm ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: ”Fiskivinna sum broytingaramboð hjá amtmanninum - ein kanning av, hvussu amtmaðurin nýtti fiskivinnu til at flyta Føroyar inn í modernaða tíð".

3. desember fekk Sanna Laksá ph.d.-prógv fyri ritgerðina, sum hon vardi 8. mai. Ritgerðin kallast: “Distributing Resources: An Exploration of Auctions and Other Allocation Mechanisms”.

Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin.

Kelda: gransking.fo 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder