Føroya Keypsamtøka gevst við at bera FK blaðið út til øll húski í Føroyum.
Hesum boðar Føroya Keypsamtøka frá í skrivi seinnapartin, týsdagin 21. januar.
- Prentaða tilboðsblaðið, ið hevur verið fastur vikuligur gestur í tínum postkassa í eitt mannaminni, verður borið út á seinasta sinni mánadagin 27. januar.
Hetta er eitt fet rætta vegin, staðfestir marknaðarleiðarin í FK, Bo Møller.
- At gevast við papírsblaðnum er ein liður í áhaldandi arbeiðinum at velja grønar og burðardyggar loysnir allastaðni, ið vit kunnu. At gevast við at prenta og bera út 17.000 prentlutir um vikuna er eitt fet rætta vegin.
Hóast FK í nógv ár hevur samstarvað við Føroyaprent, ið hevurumhvørvisgóðkenning og prentar so burðardygt sum til ber, so er tað ein sannroynd at alsamt fleiri bløð enda í ruskspannini uttan av vera lisin. Samstundis hava talgildar loysnir vunnið fram.
Frameftir vera tilboðini hjá samtakinum at síggja á talgildu miðlum og serstakir faldarar fara at liggja í handlunum, staðfestir FK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald