2022-04-23 16:30
Mánadagin 25. apríl klokkan 14 skipa Gulu og Grønu skótar í Klaksvík fyri flaggdagshaldi í Vágstúni.
Poulina Eliasen heldur røðu, og skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri er við, skrivar Klaksvíkar kommunu.
Grønu skótar bjóða til kaffi aftaná í KFUM og K, har tað eisini er tombola og lutaseðlasøla á skrá fyri skótaarbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald