Innanlands

Flaggdagshald og flaggdagsrenning í Vestmanna mánadagin

Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, heldur røðu, Vestmanna Sangkór luttekur, og aftaná er renning á skránni

Magnus Gaard

Magnus Gaard

2022-04-21 18:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00.

Skráin er tann, at Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin. Síðani hevur Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, flaggdagsrøðu, og Vestmanna Sangkór luttekur, og felagssangur verður.

Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður flaggdagsrenning. Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár og síggjast herun.

Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.

Vestmanna kommuna

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder