2026-09-06 11:12
Móttøkan varð hildin umborð á sjóverjuskipinum, Lauge Koch, sum lá við bryggju í Tórshavn.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið og Arktisk Kommando skipaðu í felag fyri móttøkuni, har veteranar og familjur teirra vórðu boðin við.
![]()
Herálvur Joensen, aðalstjóri, helt røðu vegna Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Í røðuni vísti hann á týdningin av teimum menniskjum, sum taka ábyrgd og eru til reiðar at virka fyri friði og støðufesti.
![]()
Móttøkan var eitt høvi at sýna virðing fyri veteranum og teirra týdningarmikla arbeiði í altjóða tænastu.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald