Fólk í Washington hava harmast um, at Donald Trump, forseti, ikki gav boð um at flagga í hálvari stong til heiðurs fyri løgreglumannin, ið lat lív í royndini at verja kongressina í Washington, sum var fyri álopi mikudagin.
Løgreglumaðurin, Brian Sicknick, doyði av skaðunum hann fekk eftir at hann varð sligin í høvdið fleiri ferðir við einum eldsløkkjara.
Nú, fleiri dagar eftir hendingina, hevur Donald Trump givið boðið um at vinda flaggið í Hvítu Húsunum í hálva stong til heiðurs fyri løgreglumanninum.
Tað skrivar New York Times.
- Eg gevi hervið boð um, at amerikanska flaggið verður vundið í hálva stong í Hvítu Húsunum og í øllum almennum bygningum og ognum, stendur í boðunum frá forsetanum.
Flaggast skal verða í hálvari stong til mikudagin. Boðini eru eisini galdandi fyri allar amerikansku sendistovurnar kring heimin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald