Innanlands

Flakakapping í Hvalba

13. august skipar Hvalbiar kommuna fyri flakakapping og grillhugnað

Heygsvatn (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Heygsvatn (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-07-18 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 13. august skipar Hvalbiar kommuna fyri grillhugnað á spæliplássinum á Heyggi, í hesum sambandi verður eisini skipað fyri flakakapping á Heygsvatni.

Tað verður klokkan 16.30.

– Øll kunnu verða við til at byggja og sigla á flakanum. Einasta treyt er, at øll sum eru á flakanum eri í bjargingarvestum. Ein kreativan, litfagran ella bara stuttligan flaka, ja bart hugflogi kann seta markið. Flottasti flakin fær eitt skreytblað og eitt gávukort, skrivar heimasíðan hjá Hvalbiar kommunu.

Freistin at melda seg til tiltakið er 8. august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder