Leygardagin 14. august skipar Hvalbiar kommuna fyri grillhugna á spæliplássinum á Heyggi. Í hesum sambandi verður eisini flakakapping á Heygsvatni.
Tiltakið verður frá klokkan 16.30 til 19.
– Øll kunnu verða við til at byggja og sigla á flakanum. Einasta treyt er, at øll sum eru á flakanum eri í bjargingarvestum. Ein kreativan, litfagran ella bara stuttligan flaka, ja bart hugflogi kann seta markið. Flottasti flakin fær eitt skreytblað og eitt gávukort, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuna.
– Eftir kappingina fara vit at grilla pylsur og grillspjót á økinum við spæliplássið á Heyggi.
Kommunan heitir á fólk, sum hava hug at koma við at grilla, um at fara inná hvalba.info at melda seg til tiltakið. Tað skal gerast í seinasta lagi 9. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald