Mentan

Flamsk heiðursløn til Raske Drenge

Ragnar Finsson og Oscar Beerten vunnu Flanders Folk Award sum besta live-uppliving

2022-02-03 07:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysk-belgiska fólkatónleikaduoin Raske Drenge varð í gjárkvøldið kosin at vera besta live-uppliving, tá Flanders Folk Network býtti út virðislønir innan flamskan fólkatónleik.

Føroyski sangarin og guittarspælarin Ragnar Finsson, eisini kendur undir pallnavninum Horrse, og belgiski fiólleikarin Oscar Beerten, hittust á einum fólkatónleikarasskúla í Svøríki, og í 2020 góvu teir út eina fløgu við væl spældu fólkatónleiki.

Her heima eru tað serliga nýtulkingarnar av Sigmundskvæðnum Yngra og Grindavísuni, sum hava verið at hoyrt í útvarpi.

Saman við bólkunum Spilar og Naragonia vórðu teir báðir tilnevndir at vinna Flanders Folk Awards 2022 sum ‘best live act’, og í gjárkvøldið varð tað so avdúkað á tiltaki á netinum, at teir báðir ungu fólkatónleikarnir vunnu heiðurin.

Hóast tað ikki hevur verið so nógv at hoyrt til teir báðar í seinastuni – Ragnar býr í Føroyum, og Oscar er farin at lesa víðari í Helsingfors – so søgdu teir báðir, at tað heilt sikkurt verður nýtt at hoyra frá Raske Drenge í ár.

Niðanfyri er upptøka av handanini. Tað gongur fyri seg á flamskum máli. Sjálv avdúkingin hendir umleið 17 minuttir inni í tiltakinum, og hareftir er samrøða við teir báðar, sum síðani framføra eitt lag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder