Uttanlands

Flateyri: Størsti skaðin er í havnini

Bert ein bátur í havnini kláraði at standa ímóti skalvalopinum

(Mynd: RUV)

(Mynd: RUV)

2020-01-15 15:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Verjugarðarnir, ið vórðu bygdir oman fyri bygdina Flateyri eftir skalvalopið í 26. oktober 1995, tá 20 fólk lótu lív, eiga helst æruna fyri, at tað ikki hendi størri skaði í nátt, tá tveir skalvar lupu oman fyri bygdina.

Men verjugarðarnir verja ikki fyri lítlu havnina í Flateyri, og tí er tað eisini har, at teir størstu skaðarnir eru.

Havnin er so at siga full í kava. Allir bátarnir, sum lógu í havnini uttan tann eini eru soknir ella liggja hálvsoknir, skriva íslendskir miðlar. Talan er um einar sjey bátar og ein flaka, skrivar icelandreview.com.

Tannáringakamarið fyltist við kava
Fyrsta hjálpin, sum kom til avbyrgdu bygdina var verjuskipið þór, og fyrsta uppgávan hjá skipinum var at flyta ungu gentuna, sum var fanga í skalvinum til sjúkrahúsið í Ísafirði.

Tannáringagentan var í kamari sínum, tá skalvalopið rakti húsið, hon býr í. Húsið fyltist við kava. Tað eydnaðist mammuni og tveimum av børnum hennara, eini fimm ára gamlari gentu og einum níggju ára gomlum dreingi at sleppa úr húsinum gjøgnum eitt vindeyga.

Men tannáringagentan lá innikleimd í kamari sínum. Men av tí at mamman kundi greiða bjargingarfólkinum júst hvar gentan var stødd, eydnaðist tað at koma gentuni skjótt til hjálpar

Kamarið var fylt við samanpressaðum kava. Gentan var illa fyri og niðurkøld, tá hon varð fingin útaftur. Tíbetur var ein sjúkrasystir í bygdini – ógvuliga roynd – og tað eydnaðist henni at fáa varma í gentuna aftur, skrivar icelandreview.com.

Reyði Krossur í Íslandi hevur latið upp miðstøðir til fólk at vera í, sum eru biðin um at rýma úr heimum sínum orsaka av vandanum fyri skalvalopi. Í dag høvdu 45 fólk leita sær skjól í hjálparmiðstøðini í Ísafirði og níggju í Suðureyri. Seinni skuldi eisini ein lata upp í Flateyri.

Skalvalopið, sum var í Suðureyri voldi ikki til nógvan skaða. Ein flóðalda stóðst í Súgandafjørðinum orsaka av lopinum, sum floymdi niðan í býin, men bert eitt hús og ein vegur komu at standa undir í sjógvi eina løtu, skrivar icelandreview.com. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder