Greining: Hetta segði ein av limunum í Kanningarnevndini, republikanski kongresslimurin Adam Kenzinger, eftir 8. hoyringina, sum snúði seg um, hvat táverandi forsetin Donald Trump gjørdi og ikki gjørdi teir 187 minuttirnar álopið á Kongressbygningin, The Capitol, vardi. Hvør var hansara leiklutur.
Tað, sum hoyringin serstakliga viðgjørdi í seinastu hoyringini, var tøgnin hjá Donald Trump, tá viðhaldsfólk hansara gjørdu álop á Kongressbygningin, meðan Kongressin varð í ferð við at góðkenna valúrslitið av Joe Biden sum vinnara.
Hóast flest øll starvsfólkini í Hvítu Húsunum eins og familja hansara aftur og aftur inniliga heittu á forsetan um at geva sínum viðhaldsfólkum boð um at gevast, so letst hann ikki um vón. Ikki fyrr enn fleiri tímar seinni, tá varaforsetin Mike Pence hevði góðkent valbrøvini, gav Trump uppreistrarfólkum sínum boð um at fara til hús. Tá vóru fimm fólk deyð og hundraðtals særd.
Hvat gjørdi og hvat gjørdi hann ikki hesa lagnuløtuna í Washington varð spurningurin, sum m.a. varð settur trimum av vitnunum, Matthew Pottinger og Sara Matthews eins og Pat Cipollone, øll starvsfólk, sum stóðu forsetanum nær. Øll royndu tey saman við so nógvum øðrum at fáa Trump at senda út boð til fólkini, sum tá vóru í ferð við at koma sær innar í Kongresbygningin, um at taka seg aftur og fara til hús. Og tey bóðu hann gera hetta í stundini, áðrenn álopið fekk álvarsligar fylgjur.
Beint tvørturímóti sendi Trump sínum varaforseta, Mike Pence, eitt tweet, har hann fanst harðliga at honum fyri ikki at hava dirvi til at steðga góðkenningina av valúrslitinum, soleiðis at Trump kundi vera sitandi í forsetasessinum. Tað skuldu ganga fleiri tímar, áðrenn Trump loksins bað fólkini um at gevast og rýma.
Innan tað hevði sjálvt sonur Trump heitt á Mark Meadows, sum var starvsfólkaovasti í Hvítu Húsunum undir Trump, um at fáa pápa sín at vísa seg sum ein veruligan leiðara, ið kundi steðga ófriðinum. Tað sama gjørdi dótturin Ivanka Trump. Eisini fólk uttan fyri Hvítu Húsini, eitt nú verturin á høgravendu sjónvarpsrásini Fox News, Laura Ingraham skrivaði til Meadows:
“Hey Mark, the president needs to tell people in the Capitol to go home. This is hurting all of us. He is destroying his legacy.”
Undir hoyringini vórðu eisini víst fram prógv um, at sjálvt dagin eftir álopið vildi Trump ikki góðaka, at hann hevði tapt valið. Valið varð nevniliga ikki av segði hann.
Tað kom somuleiðis fram undir hoyringini, at hóast heitt varð á hann um ringja til trygdarløgregluna, herin og advoktarnar í Hvítu Húsunum um at koma til The Capitol og steðga uppreistrinum, letst hann ikki um vón. Hann lat standa til, meðan hann hugdi at, hvat hendi beinleiðis í sjónvarpinum. Hann hevði leingi eina vón um, at tað mundi fara at eydnast at steðga góðkenningini av valúrslitinum.
Trump: Heksajakt
Aftur og aftur komu limir í Kanningarnevndini undir seinastu hoyringini við úttalilsum millum hoyring av vitnunum, eitt nú Elaine Luria, demokratur úr Virginia, sum segði, at Trump sat við sítt privata matarborð og fylgdi álopinum á Fox News, meðan hansara næstu starvsfólk og familja rætt og slætt bønaðu og bóðu hann um at gera tað, sum man væntaði sær av einum amerikonskum forseta.
Pat Cipollone, sum hevði týðandi uppgávur í Hvítu Húsunum royndi somuleiðis aftur og aftur at sannføra Trump um, at hann mátti leggja seg út í málið og fáa viðhaldsfólk síni at gevast. Hann mátti koma út við eini almennari fráboðan og tað skjótt eisini, sum fekk fólkini at rýma frá Kongressbygninginum.
Bæði Matthews, sum varð partur av miðlaliðnum í Hvítu Húsunum eins og Pottinger, sum hevði verið trygdarráðgevi hjá forsetanum, vóru so ovfarin at hendingunum og søgdu, at tweetið frá Trump til Pence, um at hann varð ein ræðuskítur, sum ikki hevði dirvi til at sýta fyri at góðkenna valúrslitið, var sum at koyra bensin á bálið. Tað fekk bikarið at flóta yvir og bæði søgdu tey seg úr starvi um sama mundið. Tey ynsktu ikki at vera partur av hesum.
Tríggjar tímar og sjey minuttir eftir at álopið byrjaði sendi Trump eina video út, har hann rósti uppreistrarfólkunum og kallaði tey “very special” men bað tey so kortini rýma, tá eingin útvegur var fyri at steðga góðkenningini av valúrslitinum.
Trump sjálvur kallar allar hoyringarnar fyri eina heksajakt móti sær og sum hevur til endamál at fjala út yvir allar vanlukkurnar, sum demokratarnir við Biden á odda hava volt amerikanska fólkinum.
Avgerðin liggur hjá løgmálaráðharranum
Kanningarnevndin segði undir hoyringini, at hon nú metti seg at hava nóg mikið av próvtilfari til at staðfesta, at Trump bar seg ólógliga at, tá hann royndi at broyta valúrslitið, og at hetta kann vera nóg mikið til at stevna Trump fyri rættin og fáa hann dømdan.
Tað er tó einans løgmálaráðharrin Merrick Garland, sum kann gera tað. Hann hevur týðuliga sagt frá, at hann fer ikki at blanda saman politikk og jura, tó uttan at gera greitt, hvat hetta merkir í serstaka Trump málinum. Hann hevur úttalað, at løgmálaráðið fylgir hoyringunum hjá Kanningarnevndini. Tað verður nú dúgliga gitt, hvat Garland hevur í kvittanum. Í báðum førum, antin hann stevnir Trump inn fyri rættin ella letur vera, verður tað mett sum ein sera torfør avgerð. Í samrøðu við ein miðil í gjár útilokar Garland ikki, at leikluturin hjá táveradi forsetanum undir álopinum á Kongressina verður tikin upp.
Kanningarnevndin metir, at hon gjøgnum sítt arbeiði nú í meira enn eitt ár, hevur fingið so nógv tilfar og prógv til vega, at hetta kann vera partur av grundarlagnum hjá Garland at taka málið til viðgerðar.
Nú átta hoyringar hava verið vísa veljarakanningar, at tær hava als ikki ávirkað undirtøkuna fyri Trump millum republikanskar veljarar. Einans ein av fýra flokslimum halda, at 76 ára gamli Trump eigur at koma fyri rættin fyri sín leiklut undir álopinum. Meira enn helvtin av veljarunum vilja hava hann at stilla upp til forsetavalið í 2024.
Enn er ógreitt, nær og um Kanningarnevndin fer at hava fleiri hoyringar. Tað ljóðar, at nevndin hevur fingið nógv nýtt tilfar, og nógv nýggj vitni vilja eisini fegin siga sína søgu teirra millum fleiri at næstu medarbeiðarunum hjá Trump í Hvítu Húsunum. So helst verða hoyringar aftur í september og oktober skilst.
Tíðin við at ganga undan
Nú eru øll eygu vend móti løgmálaráðnum og ráðharranum Merrick Garland. Í løtuni verður hildið, at hóast Garland enn kann fara í rættin við Trump, so er tíðin eisini við at ganga undan hjá honum, tí longu í november er val til Kongressina, og um tvey ár er forsetaval. Skal ein rættarsak koma væl áðrenn hesi týðandi valini, so er ikki nógv tíð at geva út av. Garland hevur so heimild til at ákæra Trump og møguliga fleiri av hansara næstu og trúgvastu ráðgevum, men tann leiklutin hevur Kanningarnevndin hjá Kongressini ikki.
Fleiri eygleiðarar vísa á, at møguleiki er fyri, at republikanarar fáa meiriluta í báðum kømurunum, Húsinum og Senatinum til valið 4. november. Og hevur Garland ikki til ta tíð reist ákæru móti Trump, kann tað gerast nógv truplari, tá republikanski flokkurin møguliga fær valdið í Kongressini.
Garland hevur annars stóra virðing sum sakførari og ákæri. Hann var m.a. skotin upp til dómara í Hægstarætti undir Obama, men hesum steðgaðu republikanarar. Tá hann herfyri varð spurdur, um hann fór at stevna Trump, svaraði hann:
“My intention is to use the Justice Department’s resources to prosecute wrongdoing “at any level” and defend our democratic institutions from attack and threats of violence.”
Kendi ákærin í Watergate málinum móti Richard Nixon á sinni, Richard Ben-Veniste, skrivar í eini viðmerking til úttalsini hjá Garland.
“Let’s take Attorney General Merrick Garland at his word that he is vigorously investigating Donald Trump and the apparent conspiracy that led to the violent coup attempt at the U.S. Capitol 18 months ago.”
Hann vísir tó á, at Garland hevur sera avmarkaða tíð til eitt møguligt sakarmál móti Trump.
Her nøkur av høvuðspunktunum í teimum 8 hoyringunum sambært Washington Post:
1. The committee holds Trump responsible for the attack on the Capitol
2. Trump was told, repeatedly, that he lost the election
3. The committee raised at least four crimes they think Trump may have committed
4. Trump and his advisers pressured officials to keep him in power
5. The ‘absurd’ idea to pressure Pence to overturn election results
6. The Republican Party apparatus helped Trump try to overturn the 2020 results
7. After the attack, admissions of remorse and pardon request
8. The terrifying violence, revisited
Keldur: BBC, Washington Post, New York Times, Fox News, Wall Street Journal, CNN, MSMBC, Politiken, DR, NRK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald