Fleiri 2. viðgerðir eru á skránni á tingfundinum í dag, sum verður settur klokkan 13.
Talan er m.a. um fleiri eykajáttanarlógir, og eitt uppskot hjá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum um broyting í lógini um meirvirðisgjald um, at meirvirðisgjald ikki skal verða kravt av panti. Eisini skal tingið viðgera eitt uppskot hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum um keyp av nýggjum høvuðsmotorum til Smyril.
Eisini verður møgulig 2. viðgerð av uppskotinum hjá Steffani Klein Poulsen um broyting í fosturtøkulógini. Uppskotið snýr seg m.a. um kravda ráðgeving og umhugsanartíð til kvinnur, sum ynskja fosturtøku.
Málið var til 1. viðger 24. september og hevur síðani ligið í Rættarnevndini, sum fekk longda freist til 4. november at skriva álit. Enn er tó einki álit komið, men Hervør Pálsdóttir vil hava málið til 2. viðgerð kortini. Tingið skal tí atkvøða um at fáa uppskotið úr nevnd. Verður hetta samtykt, verður 2. viðgerð aftaná.
Á skránni á dagsins tingfundi verður eisini framløga, og atkvøðast skal um tveir skrivligar fyrispurningar hjá Sámal peturi í Grund til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum og Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Fyrispurningarnir snúgva seg um ávikavist skattainntøkur og avtøka av skattafrádráttum, og russisk fiskiskip í føroyskum sjógvi og trygdin hjá føroyska samfelagnum.
Skráin fyri tingfundin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald