2025-01-12 13:41

Nú blot er komið í kavan, hevur verið ávarað um vandan fyri áarlopi, og hevur verið heitt á bilførarar um at vísa varsemi í ferðsluni.
Og Landsverk boðaði fyri løtu síðani frá, at fleiri áarlop ávirka ferðsluna.
Tað er ikki koyrandi m.a. norðanfyri Hósvík, millum Leynar og Skæling, og á Oyndarfjarðarvegnum, maskinur eru ávegis, skrivar Landsverk.
Sí koyrilíkindi hjá Landsverki her.
Dagførd kl. 14.04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald