28 prosent av teimum spurdu í einari kanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið, ætla sær á Vaglið tann 29. juli á midnátt.
Hetta hóast eingin midnáttarsangur verður, og mælt verður frá at savnast í stórum bólkum.
30 prosent siga seg ikki vita meðan 42 prosent siga seg ikki fara á Vaglið á midnátt tann 29. juli.
41 prosent av teimum spurdu í kanningini hjá Spyr.fo fara á ólavsøku í ár. Helvtin av teimum, sum ikki siga seg fara á ólavsøku sigur korona vera orsøkina, meðan hin helvtin hevur aðrar orsøkir.
Tórshavnar kommuna hevur boðað frá at midnáttarsangurin verður eitt sindur øðrvísi í ár, og verður í sjónvarpinum og úti í grannaløgum heldur enn at øll savnast á Vaglinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald