Uttanlands

Fleiri ákærur móti Trump sleptar

Men tær kunnu verða tiknar uppaftur, tá forsetaskeið hansara er av. Um hann ikki náðar seg sjálvan

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-11-26 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ákærurnar móti Trump, sum eru reistar á føderalum stigi, eru nú sleptar. Hetta verður mett sum ein sigur fyri komandi amerikanska forsetan. Men Donald Trump bíðar framvegis eftir dómum í tveimum øðrum rættarmálum á statsligum støði.

Tað var í gjár, at dómarin, Tanya Chutkan, boðaði frá at hon hevur slept tveimum rættarmálum móti komandi amerikanska forsetanum.

Avgerðin varð tikin eftir at serligi ákærin, Jack Smith, hevur tikið stig til at sleppa ákærunum móti Trump, ið snúgva seg um at royna at kolldøma úrslitið av forsetavalinum í 2020 og ábyrgd av álopinum á kongressina í januar 2021 umframt hansara handfaring av loyniligum skjølum.

Ákærurnar eru sleptar, tí sambært siðvenjum hjá amerikanska uttanríkisráðnum skal ákæra ikki reisast móti sitandi forsetanum. Talan er sostatt ikki um um vantandi prógv, vísir Jack Smith á.

Ákærin metir, at siðvenjan krevur, at rættarsakin verður slept innan Trump vendir aftur í Hvítu húsini. Tí harvið hevði forsetin verið forðaður í at røkja sítt embæti og hevði harvið brotið landsins grundlóg, skrivar finska kringvarpið Yle við tíðindastovunum AP, AFP og Reuters sum keldum.

Hóst avgerðina um at taka ákærurnar aftur, so er møguleiki at taka tær uppaftur, tá tíðarskeiðið hjá Trump í Hvítu húsunum er av í 2029.

- Órinið hjá sitandi forsetanum er fyribils, og gongur út tá hann fer frá, segði Chutkan.

Kortini er møguleiki, at Trump sum sitandi forseti kann náða seg sjálan áðrenn forsetaskeiðið er av, skrivar Yle.

Trump er tó framhaldandi ákærdur í tveimum øðrum rættarmálum, ið eru reist á statsstøði.

Í statinum Georgia er forsetin ákærdur fyri at royna at ávirka valið í 2020. Mett verður, at sannlíkindi eru fyri, at hetta málið verður “lagt á ís” meðan hann er forseti.

Í New York er Trump longu dømdur sekur fyri roknskaparbrot í sambandi við útgjalding av pengum fyri at fáa fólk at tiga. Men ásetingin av revsingini fyri hetta lógarbrot varð útsett fyri ikki at ávirka forsetavalið, og tykist nú at verða útsett í óásetta tíð.

Trump hevur ikki heimild at náða seg sjálvan fyri brotsverk, sum verða viðgjørd á statsligum støði, skrivar Yle.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder