Uttanlands

Fleiri álop á Kyiv

Í nátt og í morgun hava russar aftur lopið á ukrainska høvuðsstaðin, og boðað verður eisini frá, at Ukraina hevur framt álop á búsetingar í russiska Belgorod-landslutinum

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-05-29 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í nátt og í morgun hava russar lopið á Kyiv. Álopið í nátt var tað 15. loftálopið á ukrainska høvuðsstaðin hendan mánaðin.

Sambært Vitalij Klytjko, borgarstjóri í Kyiv, hava ongar fráboðanir verið um særd fólk ella stórar oyðileggingar, og hevur hann heitt á fólk um at verða verandi í bumbuskýlunum, skrivar Reuters.

Ukrainski herurin sigur seg hava skotið niður yvir 40 dronur og rakettir, sambært DR.

Náttina til sunnudagin framdi Russland tað higartil størsta dronuálopið á ukrainska høvuðsstaðin, síðan Russland gjørdi innrás í landið í februar í fjør. Ukrainska loftverjan megnaði tó at skjóta 52 av 54 dronum niður.

Í gjár var Kyiv dagur í ukrainska høvuðsstaðnum. Dagurin verður hátíðarhildin síðsta sunnudag í mai fyri at markera stovnanina av býnum í 5. øld.

Ukraina framt álop á Russland

Sambært guvernørinum í russiska Belgorod-landslutinum, sum liggur á markinum til ukrainska Kharkiv-landslutin, leyp Ukraina í morgun á fleiri búsetingar í økinum, og vórðu fleiri fólk særd.

Sambært Reuters hevur Ukraina fleiri ferðir fram álop á hetta økið, síðan februar í fjør, men hava myndugleikarnir í Ukraina nærum ongantíð alment tikið ábyrgd fyri álop á russisk øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder