Uttanlands

Fleiri amerikanskar bumbingar móti Jemen

Eftir at enn eitt skip varð rakt í gjár, framdi USA í nátt álop móti 14 Houthi-rakettum í Jemen

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-18 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur aftur í nátt søkt eftir Houthi-málum í Jemen. Hesaferð varð málið 14 rakettir, ið stóðu klárar at verða skotnar. Tað skrivar amerikanska hernaðarleiðslan á einum boðum á X.

Sambært amerikanska herinum vóru hesar rakettir ein vandi fyri handilsskip og fyri amerikansk herskip.

- Vit halda fram við at taka stig til tess at verja lívið hjá ósekum sjófólki, og vit vilja altíð verja okkara fólk, ljóða boðini frá herovastanum, Michael Erik Kurilla, generali.

Miðilin Sama, sum Houthi-rørslan hevur ræðið á, váttar, at fleiri mál í Jemen eru rakt.

Hetta er fjórða ferðin, at USA fremur beinleiðis atsóknir móti iransk stuðlaðu Houthi-rørsluna á jemenskari jørð, skrivar AP tíðindastovan.

Í gjár varð eitt amerikanskt farmaskip rakt í Adenvíkini. Eldur kom í, men hann varð skjótt sløktur. Yvir 20 álop á altjóða farmasigling út fyri Jemen fekk í gjár USA til at seta Houthi rørsluna aftur á lista sín yvir yvirgangsfelagsskapir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder