placeholder
Uttanlands

Fleiri amerikanskir politikara fingið rørbumbu við postinum

Barack Obama og Hillary Clinton eru nøkur av teimum, sum hava fingið vandamikla postin

Mynd: FBI

Mynd: FBI

2018-10-25 08:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri amerikanskir politikarar fingu í gjár vandamiklan post, tá rørbumbur vórðu sendar til teir. Amerikanska samveldisløgreglan FBI sigur, at tilsamans vórðu 7 pakkar við bumbum í sendar frá sama avsendara.

Nøkur av teimum, sum fingu hendan postin, eru fyrrverandi forsetin í USA, Barack Obama, og fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin og forsetavalevni, Hillary Clinton. Eisini høvuðssæti hjá stóra tíðindamiðilinum CNN fekk ein tílíkan post.

Fyrsti pakkin varð sendur milliarderinum Geroge Soros. Eisini er ein pakki sendur Eric Holder, fyrrverandi løgmálaráðharra. Í morgun boðaði FBI frá, at tveir pakkar eru sendir demokratiska politikaranum Maxine Waters, sum situr í Umboðsmannatinginum, skrivar DR.

FBI leitar enn eftir einum síðsta pakka, sum væntandi er sendur fyrrverandi varaforsetanum Joe Biden.

Allir pakkarnir vórðu sendir frá sama persóni, Debbie Wasserman Shultz, sum býr í Florida. Og allir pakkarnir vórðu steðgaðir áðrenn teir náddu ætlaðu persónunum.

Debbie Wasserman Schultz er sjálv fyrrverandi demokratiskur politikari, sum sat í Umboðsmannatinginum. Avsendarin hevur stava hennara navn skeivt á pakkarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder