SAS boðar nú frá, at fleiri flogferðir verða avlýstar í morgin, leygardagin, orsakað av verkfallinum hjá flogskiparunum.
Í dag eru 72.000 ferðafólk rakt av verkfallinum, og væntandi fer tað at raka 34.000 ferðafólk afturat í morgin.
Hetta rakar eisini tey ferðafólkini, sum skuldu við SAS úr Keypmannahavn til Vágar seinnapartin í morgin.
- Tað snýr seg um okkara arbeiðsviðurskiftir. Vit hava biðið um at fáa somu viðurskifti, sum flogskiparar í øðrum lágprísfeløgum hava, har møguleiki er at vita frammanundan, hvussu arbeiðast skal, og at vit fáa fýra dagar frí um vit hava verið til arbeiðis og burtur heimanífrá í fimm dagar, segði Henrik Thyregod, næstformaður hjá donsku flogskiparunum, við DR í morgun.
Mariam Skovfoged, samskiftisleiðari hjá SAS hevur sagt, at hesi krøvini eru "órímilig".
Higartil eru uml. 700 flogferðir avlýstar orsakað av verkfallinum. Enn er ógreitt, hvussu verður sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald