2020-12-27 18:46

Strandferðslan ger broytingar á sínum leiðum orsakað av keðiliga veðrinum í kvøld og í morgin.
Á Nólsoyarleiðini var seinasti túrurin klokkan 14 í dag, og har verður ikki siglt meira í dag. Smyril hevur framskundað sínar fráferðir og eisini eru bygdaleiðir í Sandoynni og Suðuroynni givnar at koyra fyri í dag. Leið 100, sum koyrir millum Vestmanna og høvuðsstaðin koyrir heldur ikki meira í kvøld.
Smyril siglir í morgin sum týsdag, og fer longu norð klokkan 6 í morgin árini, men broytingar kunnu væntast á øðrum leiðum, sigur Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins.
Broytingarnar verða fráboðaðar á heimasíðuni ssl.fo so hvørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald