
Í dag boðar Strandferðslan frá nógvum avlýsingum á bygda- og oyggjaleiðunum vegna veður.
Eingin sigling verður millum Gomlurætt og Hest í dag, og Teistin siglir úr Skopun klokkan 8.10, og síðani verður Túrurin av Gomlurætt, sum skuldi vera 9.45, framskundaður til klokkan níggju. Støða verður síðani tikin til, hvørt siglt verður meira á hesari leiðini.
Fyrrapartin í dag er heldur eingin sigling á Nólsoyarleiðini, men um viðrar verður siglt seinnapartin.
Strandferðslan boðaði í gjár frá, at Smyril fór at gera tveir túrar í morgun – klokkan seks úr Suðuroynni, og klokkan 8.45 av Havnini. Síðani verður ikki siglt meira í dag.
Eisini er koyringin avlýst á fleiri bygdaleiðum í løtuni. Meira kunning um broytingar í ferðaætlanini síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald