Boðað verður frá nógvum vindi í dag, og hetta ávirkar eisini siglingina hjá Strandferðsluni.
Fyribils er eingin koyring á bygdaleiðini 650 millum Sandoy og Tórshavn
Á Suðuroyarleiðini verða túrarnir av Havnini klokkan 16 og av Krambatanga klokkan 18.30 ikki sigldir.
Siglt verður tó aftur av Havnini klokkan 21.15, skrivar Strandferðslan.
Eisini á Hestleiðini eru fleiri túrar avlýstir í kvøld.
Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 19 og úr Hesti klokkan 19.30 ikki sigldir.
Túrurarnir í morgin, sunnudag 7. apríl. klokkan 9 av Gomlurætt og 9.30 úr Hesti verða heldur ikki sigldir.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Koyrilíkindi hjá Landsverki síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald