
Fleiri avlýsingar vóru á oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni í gjárkvøldið, og fyrrapartin í dag er samferðslan enn ávirkað av veðrinum.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur m.a. at lesa, at Smyril bert siglir tveir túrar í dag. Siglt verður av Havnini klokkan 14 og aftur av Krambatanga klokkan 17.
Á Hestleiðini vórðu fyrstu túrarnir av Gomlurætt klokkan 8.45 og úr Hesti klokkan 9.05 ikki sigldir, og eingin túrur verður á leiðini millum Skopun og Gomlurætt áðrenn klokkan 14.
Um Nólsoyarleiðina skrivar Strandferðslan soleiðis:
– Um viðrar verður siglt kl. 09:30 av Havnini, kl. 09:55 úr Nólsoy, og kl. 19:00 av Havnini, kl. 19:25 úr Nólsoy, sunnudagin 14. februar. Hetta tí, at siglt verður eftir rákinum.
Strandferðslan sigur annars, at roknast kann við seinkingum og avlýsingum á øllum leiðum í dag orsakað av veðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald