
Aftur í dag boðar Strandferðslan frá fleiri avlýsingum orsakað av veðrinum.
Veðrið ávirkar m.a. siglingina á Sandsleiðini og Hestleiðini.
Ongin sigling er við Hasfjord á leið 85 í dag, og síðsti túrur við Teistanum verður í dag klokkan 10.30 úr Skopun og klokkan 11.15 av Gomlurætt. Sostatt verður eingin sigling á Sandsleiðini seinnapartin, men um viðrar verður túrur sigldur úr Skopun aftur klokkan 20.40 og av Gomlurætt klokkan 21.20, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.
Fyri veður verður heldur eingin sigling í Hest í dag, og í løtuni er eingin koyring millum Fámjin og Tvøroyri á leið 701 hjá Bygdaleiðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald