Aftur í gjár elvdi hálkan til fleiri ferðsluóhapp.
Klokkan tíggju fyrrapartin varð boðað frá, at ein bilur var farin á glið í Søldarfirði. Bilførarin royndi at parkera men endaði við at renna á ein lyktapela.
Eingin fólkaskaði var, men har var eitt sindur av materiellum skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Klokkan 17 varð aftur boðað frá einum ferðsluóhappi í Havn, har ein bilur fór út av vegnum í hálkuni.
Í nátt varð hált um alt landið, og mældi løgreglan frá óneyðugari koyring. Tað var ikki koyrandi til Eiðis, og har máttu fólk seta bilin frá sær, tí tey ikki fingu koyrt víðari.
Tað er framvegis hált. Landsverk hevur verið og saltað, men á síðuvegunum er øgiliga halt í støðum, sigur løgreglan. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald