Innanlands

Fleiri bilar koyrt útav í hálkuni í nátt

Nakrir bilar fingu nakrar smáar skøvur, men eingin álvarsligur skaði var, sigur løgreglan

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-11-17 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur verið øgiliga hált, og í hesum sambandi vóru eini 4-5 smá ferðsluóhapp skrásett, sigur løgreglan.

Í øllum førum var talan um bil, sum var gliðin út av vegnum í hálkuni, og nakrir bilar fingu nakrar smáar skøvur, men eingin álvarsligur skaði var.

Men hóast hált hevur verið úti, hevur tað ikki hildið fólki frá at fara út, tí nógv fólk vóru í býnum í nátt. Fleiri av teimum máttu tó koyrast á skaðastovuna, eftir at tey vóru dottin í hálkuni.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at løgreglan hevur verið nógv til staðar í náttarlívinum. Tey hava millum annað verið úti og vitjað skeinkistøð at kanna, um alt var í lagi, og eisini hava tey blandað seg uppí, tá illstøða er komin ímillum fólk.

Í miðbýnum í Havn fekk ein persónur eisini bót fyri brot á politiviðtøkurnar fyri at hava víst harðligan atburð.

Annars hevur náttin verið heilt friðarlig, verður sagt av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder