Innanlands

Fleiri bilførarar avdúkaðir fyri at koyra ov skjótt

Løgreglan avdúkaði níggju bilførarar fyri at koyra við ov nógvari ferð í gjár

2020-09-15 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan var úti við ferðamátaranum seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið, og avdúkaði fleiri bilførarar, ið koyrdu munandi skjótari enn ferslulógin loyvir.

Beint fyri nátturðatíð vórðu ferðamátingar gjørdar inni í bygdum øki í Runavík.

Fimm mál vórðu skrásett. Tveir bilførarar, sum koyrdu 75 kilometrar um tíman fingu bót, tveir, ið koyrdu ávikavist 75 og 79 kilometrar um tíman fingu klipp í koyrikortið, meðan bilførarin, sum koyrdi 84 kilometrar um tíman, fekk treytaða frákenning av førararættinum.

Um kvøldið vórðu ferðamátingar gjørdar uttan fyri bygd øki á einum teini millum Fjarða og nærhendis tunnilsmunnan til Norðskála.

Her vórðu trý mál. Ein bilførari fekk klipp í kortið fyri at koyra 112 kilometrar um tíman, meðan tveir bilførarar fingu koyrikorti frákent treytað fyri at koyra 119 og 133 kilometrar um tíman.

Eisini varð ein bilførari tikin fyri ov nógva ferð á Oyggjarvegnum á Streymoynni. Hann koyrdi 106 kilometrar um tíman, og fekk klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder