2021-11-13 10:08

Aftur í nátt var lítið av fólki í býnum, og hevur seinasta náttin tí verið stak friðarlig, sigur løgreglan.
Løgreglan tók tó tveir bilførarar, ið koyrdu ávirkaðir av ávikavíst rúsdrekka og rúsevnum.
Tann fyrri bilførarin, ið var tikin í Havn, hevði eisini mist koyrikortið, og er hann tí, umframt at vera skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðini.
Seinni bilførarin varð tikin í Eysturoynni. Har var ein annar bilførari eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring seinnapartin í gjár, leggur vakthavandi á politistøðini afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald