2024-03-10 12:37
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan aftur verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað.
Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra uttan koyrikort. Í báðum førum var talan um førara, sum hevði mist koyrikortið frammanundan og ikki hevði tikið tað aftur. Tann eini varð meldaður, tí hann koyrdi so óstøðugt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Eisini vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tveir fingu klipp fyri at koyra ov skjótt við brúnna um Streymin, og ein annar koyrdi so skjótt í Kaldbaksbotni, at hann missir koyrikortið treytaleyst. Hann koyrdi 147 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald