Innanlands

Fleiri bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari telefon

Í sambandi við málrættað ferðsluátak hjá løgregluni í gjár, vórðu sjey mál skrivað

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-03-05 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir

Løgreglan hevði í gjár málrættað ferðsluátak ymsastaðni í landinum, og í hesum sambandi vórðu sjey mál skrivaði. Meginparturin snúðu seg um bilførarar, sum tosaði í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu.

Í Klaksvík vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við telefonini í hondini, og tað sama hendi hjá tveimum bilførarum í Suðuroynni.

Í Runavík vórðu trý mál skrivað. Har var somuleiðis talan um tveir bilførarar, sum høvdu tosað í handhildnari telefon, og um ein, sum koyrdi yvir ein skákateig. Tað fyrra gevur bót, meðan tað seinna gevur eitt klipp í koyrikortið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald