Innanlands

Fleiri bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Aftur í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra, meðan teir vóru ávirkaðir av rúsdrekka

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-01 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan tikið fleiri bilførarar, sum hava koyrt ávirkaðir av rúsdrekka.

Leygarnáttina vórðu tveir bilførarar tiknir í ávíkavíst Havn og á Skálafjørðinum, og aftur í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar, verður upplýst av politistøðini.

Tann eini varð tikin í høvuðsstaðnum, og hin varð tikin í Norðstreymoy. Blóðroynd er tikin av teimum, og bíðað verður eftir úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder