2022-11-13 10:20

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu nakrir bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at nakrir bilførarar í Norðurøkinum fingu bót fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu, og eisini var onkur tikin fyri onkran lyktafeil.
Í Havn varð kannað, um bilførarar vóru ávirkaðir av rúsdrekka, og har varð so ein tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald