Uttanlands

Fleiri bjargað úr húsaleivdunum í gjár

Nú fýra dagar eftir jarðskjálvtan skal ikki roknast við at finna nógv fleiri á lívi. Talið á deyðum farið upp um 15.000

11 ára gamli Ahmed Findik varð bjargaður á lívi 60 dagar eftir jarðskjálvtan (Mynd: EPA)

11 ára gamli Ahmed Findik varð bjargaður á lívi 60 dagar eftir jarðskjálvtan (Mynd: EPA)

2023-02-09 07:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið á deyðum eftir ógvusliga jarðskjálvtan mánadagin fór í gjár upp um 15.000, upplýsa myndugleikar í Turkalandi og Sýria. 2.991 í Sýria og 12,391 í Turkalandi.

Sostatt nærkast deyðatalið tí, sum var eftir jarðskjálvtan í turkiska býnum Izmit í 1999, tá millum 17.127 og 18.373 fólk doyðu.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, viðgekk í gjár, at bjargingarátøkini ikki hava verið nøktandi.

- Sjálvandi hevur tað verið nakað, ið vit ikki hava gjørt nóg væl. Tað er ómøguligt at fyrireika set upp á eina vanlukku, sum hesa, segði hann.

Fleiri túsund bygningar eru rapaðir og livandi og deyð liggja framvegis í húsaleivdunum, skrivar Ritzau.

Og tey, sum eru sloppin við lívinum stríðast nú fyri at fáa mat í munnin og tak yvir høvdið. Samstundis byrja neyðarrópini úr húsaleivdunum at tagna.

Vanliga verður sagt, at møguleikin fyri at yvirliva innistongdur í húsaleivdum eftir jarðskjálvta er 72 tímar, og tann freistin er nú farin. Kortini eydnaðist tað bjargingarfólkum í gjár at grava livandi út úr leivdunum frá rapaðu húsunum í býnum Hatay.

Jarðskjálvtin hendi tíðliga mánamorgunin. Hann varð máldur til 7,8 í styrki. Fleiri eftirskjálvtar komu í kjalarvørrinum.

Myndirnar frá EPA eru frá bjargingararbeiðinum í Hatay í gjár

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder