Innanlands

Fleiri børn á Strondum ikki rætt íbundin

Ávirkaður bilførari við ongum koyrikoyrdi og ‘ólógum tingum uppi á sær’ tikin í Havn í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-10 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan skrivaði út sjey bøtur og sjey klipp í koyrikortið til foreldur á Strondum, sum ikki høvdu børn síni rætt íbundin í bilinum tá tey vóru koyrd í barnagarð í gjáramorgunin. 40 bilar vórðu kannaðir í sambandi við hetta serliga átakið.

Umframt tey sjey, vóru eisini tríggir bilførarar, ið fingu átalur frá løgreglufólkunum. Átalurnar snúðu seg eitt nú um, at børn sótu íbundin við tasku á rygginum. Hetta er ikki loyvt, tí tað kann vera sera vandamikið at sita íbundum við tasku á rygginum, vísir vaktleiðarin á.

Fleiri fartbøtur vórðu eisini útskrivaðar í gjár. Ein í Eysturoynni og tríggjar á Glyvursvegnum á Argjum, tað er vegurin niðan á Hamaran, sum má metast at vera størsta “fartfellan” í landinum í hesum tíðum. Bilarnir á Glyvursvegnum koyrdu 70, 71 og 75 kilometrar um tíman. Hægst loyvda ferðin er 50.

Hevði ‘ting uppi á sær’

Løgreglan í Havn støðgaði í gjár eisini einum bilførara í Havn. Ikki bara var bilførarin ávirkaður og skuldsettur fyri tað. Hann hevði heldur onki koyrikort, og koyrdi bilin “uttan loyvi frá eigaranum”, sum vaktleiðarin málber seg.

Eisini vórðu funnin ting uppi á bilføraranum, sum ger, at hann eisini verður ákærdur fyri brot á lógina um euforiserandi evnir.

Í gjárkvøldið varð løgreglan biðin um at koma niðan til Hoyvíkar, har tað koyrdi eitt prutl við trimum fólkum uppiá. Tað er ikki loyvt at vera meira enn ein uppi á prutli. Men tá løgreglan kom niðan í økið, var einki prutl at síggja. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder