Innanlands

Fleiri bøtur fyri at koyra ov skjótt

Seks fartbøtur skrivaðar í Eysturoynni og Suðuroynni

2024-06-27 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seks bilførarar hava hetta seinasta samdøgrið fingið bøtur fyri at koyra ov skjótt.

Í gjáramorgunin vórðu tveir máldir fyri at hava og høga ferð. Hetta var í Eysturoynni. Millum Fjarða varð ein bilur máldur til at koyra 105 kilometrar um tíman, og í Søldarfirði, varð bót skriva til ein, sum koyrdi 78 kilometrar um tíman í bygdum øki.

Í Suðuroynni varð ein avdúkaður fyri at koyra 108 kilometrar um tíman. Hetta var í Hovstunnlinum.

Og í nátt millum klokkan hálvgun tvey og hálvgun trý var ferðmáting gjørd í bygdum øki á Glyvravegnum. Her vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tveir koyrdu 77 og ein 79 kilometrar um tíman.

Bót fall eisini til ein bilførara, sum í gjár varð sæddur koyra meðan hann tosaði í fartelefon. Hetta var í Hoyvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder