Innanlands

Fleiri bøtur skrivaðar fyri ferð

Ferðsluløgreglan var úti við ferðmátaranum í gjár, og tað vísti seg at loysa seg. Fleiri fingu klipp og ein bilførari skal upp í koyriroynd aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-11 08:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv lógarbrot vórðu framd á vegunum í gjár, tá løgreglan var úti við ferðmátaranum. Fyrrapartin tá kanningar vórðu gjørdar kring Skálafjørðin vóru sjey mál skrivaði.

Ein varð tikin fyri eina sonevnda hasarderaða yvirháling meðan tríggir vóru tiknir fyri ferð. Ein sum koyrdi 103 km/t, ein 107 km/t og ein lastbilaførari, sum koyrdi 92 kilometrar um tíman.

Í tveimum førum tosaðu bilførarar í telefon, og í einum øðrum føri var ein sum ikki tendraði bakljósini í einum bergholi.

Ferðmátingar vórðu eisini gjørdar í Tringisvági seinnapartin í gjár, men suðuroyingar hava koyrt eftir lógini júst tá í øllum førum, tí har var einki mál skrivað.

Á vegnum millum Fuglafjørð og Gøtudal var ein bilførari í gjárkvøldið, sum koyrdi heldur skjótt. Hann koyrdi 109 km/t og fekk tí eitt klipp í koyrikortið.

Fólk hava tungan fót á Glyvursvegnum
Løgreglan ger javnan ferðkanningar á Glyvursvegnum á Argjum, sum er vegurin frá brúnni um Sandá og út á Hamarin. Vegurin er stórur og breiður at koyra eftir, og tí hava fólk her hug at koyra skjótt hóast tað bert er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman.

Ein bilførari fekk bót fyri at koyra 73 km/t meðan tveir bilførarar koyrdu eitt vet skjótari, 74 km/t og 81 km/t og fingu klipp.

Ein fjórði bilførari koyrdi so mikið skjótt, at hann misti koyrikortið treytað. Hann varð máldur at koyra 86 km/t og skal upp í nýggjari koyriroynd.

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið friðarligt í nátt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder