Innanlands

Fleiri broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli

Í sambandi við, at kappróðurin á jóansøku varð útsettur til í dag eru fleiri broytingar gjørdar í ferðaætlanini hjá Smyrli í dag og í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-27 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við jóansøku boðaði Strandferðslan herfyri frá broytingum í ferðaætlanini hjá Smyrli og bygdaleiðunum í Suðuroynni, og nú kappróðurin varð útsettur til í dag, eru fleiri broytingar gjørdar.

Smyril siglir soleiðis í dag og í morgin:

Sunnudagin 27. Juni

Av Krambatanga kl. 8:30, og av Havnini kl. 11:00
Av Krambatanga kl. 16:00, og av Havnini kl. 18:45
Av Krambatanga kl. 21:15

Mánadagin 28. Juni

Av Havnini kl. 8:45, og av Krambatanga kl. 11:30
Av Havnini kl. 16:00, og av Krambatanga kl. 18:45
Av Havnini kl. 21:15

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broyttu fráferðir og komur hjá Smyrli. Meira kunning um hetta sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder