Innanlands

Fleiri bústaðarmøguleikar gjørdir og fleiri á veg í Nes kommunu

Útstykkingin við Høganesvegin er liðug, og grundstykkini eru seld, men fleiri eru á veg í sama øki. Eisini verða níggju grundøki á Ólavsvegi gjørd liðug í løtuni, og á Kneysum og við Heygvsvegin eru nú 34 íbúðir

Nýggju íbúðirnar á Kneysum og við Heygvsvegin, ið KBH hevur gjørt (Mynd: nes.fo)

Nýggju íbúðirnar á Kneysum og við Heygvsvegin, ið KBH hevur gjørt (Mynd: nes.fo)

2022-01-05 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkatalið í Nes kommunu er seinasta árið vaksið við 53. Hetta er ein vøkstur á sløk fýra prosent, og fólkatalið í kommununi var um árskiftið 1452.

Tað hevur fleri ferðir verið frammi, at áhugin at seta búgv í kommununi er stórur, og fleiri nýggjar útstykkingar eru gjørdar:

- Í desember 2020 varð nýggja útstykkingin við Høganesvegin liðug. Talan var um 11 grundøki niðan fyri vegin. Seinni er eitt grundøki matrikulerað afturat, so talan er um 12 grundøki. Øll grundøkini eru seld, og fleiri hava fingið byggiloyvi.

Eitt annað øki á 2000 fermetrar við Høganesvegin varð boðið alment út til bygging á summri í fjør, og KBH fer í næstum undir bygging av seks randarhúsum í økinum. Og meira afturat er á veg har, sambært nes.fo.

- Í sama øki við Høganesvegin, omanfyri vegin, er ætlanin at loyva fleiri byggingum av íbúðarlonum, randarhúsum v. m. Eisini er ætlanin at fremja somu bygging við vatnbrunnarnar við Regnavegin. Byggisamtyktin við Høganesvegin eins og við Regnavegin er nú góðkend og broytt samsvarandi hesum. Kommunan hevur søkt um loyvi at keypa meira lendi við Høganesvegin og Regnavegin. Tá ið hetta er avgreitt, vónandi heilt skjótt, fer kommunan at bjóða út meira byggilendi.

Í fjør varð eisini samtykt at fara undir útstykkingina á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum. Talan er um veg til níggju grundøki, sum øll eru umbiðin. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í hesum mánaðinum, boðar kommuna frá á heimasíðu sínari, har tað eisini verður fegnast um, at um stutta tíð búgva fólk í øllum teimum 34 nýggjum íbúðunum á Kneysum og við Heygvsvegin

Í skrivinum, har tikið verður saman um fyrsta árið hjá nýggja bygdaráðið, verður víst á ymsu íløgurnar, har nýggi Frítíðarskúlin var tann størsti, og hvat skal gerast í 2022. Til ber at lesa alt her



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder