
Ruðulleiki hevur verið á vegakervinum seinnapartin orsakað av nógva kavanum, sum er komin niður, og eisini vindinum, sum hevur jarðrok við sær.
Fleiri vegir hava verið stongdir, og tað verða teir til einaferð í morgin.
- Vit hava fingið glið á Sandavágsháls, Vestmannavegnum og frá Sundalagnum til Skálabotn, har rekkjukoyring er, segði Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki við útvarpið klokkan 18.
Men í summum støðum klára vit ikki at koma í gjøgnum í kvøld, segði økisleiðarin.
Tað verður í kvøld ikki komið ígjøgnum til Selatraðar, Oyndarfjarðar, Gjáar og Elduvíkar, segði hann.
Landsverk tekur sær av høvuðsfarleiðunum so leingi til ber, og so verður givist klokkan 19.
Byrjað verður við høvuðsvegunum aftur klokkan 5 í morgin árini, og síðani verður støða tikin, hvat víðari skal gerast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald