Uttanlands

Fleiri dripin á blaðhúsi í USA

Skothendingin hendi í Capital Gazette blaðhúsinum í Maryland

2018-06-29 06:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í minsta lagið 5 fólk eru dripin eftir at ein maður fór at skjóta inni í blaðhúsinum hjá Capital Gazette í Annapolis í Maryland, USA, í gjárkvøldið. Fleiri aðrir persónar vórðu særdir í álopinum.

Á tíðindafundi í gjárkvøldið klokkan 21.35 føroyska tíð váttaði løgreglan, at nøkur fólk vórðu dripin, fleiri vórðu særd, og at álopsmaðurin varð handtikin.

Ein tíðindamaður á Capital Gazette skrivaði á Twitter, at ein persónur fór at skjóta gjøgnum glashurðina inn á kontórið, og skeyt móti fleiri av hansara arbeiðsfeløgum. Tíðindamaðurin vildi ikki siga um nakar var deyður, men segði, at illa stóð til, skrivar DR.

Eftir álopið gav sendi løgreglan í New York løgreglufólk út á allar tíðindamiðlar í New York sum ein trygdaratgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder